Heilsutøkni og etikkur í sjúkrarøkt
Skrivað hevur Maria Hammer Olsen, Kliniskur útbúgvingarleiðari á Deildini fyri heilsu - og sjúkrarøktarvísindi á Fróðakaparsetri Føroya Heilsutøkni sum t.d. vitlíki ger seg meira og meira galdandi í heilsuverkinum. Talan er um tøkni, sum kann greina skanningar, blóðroyndir og journaldata, hjálpa okkum at skriva og geva okkum uppskot og vegleiðingar. Men hóast alt hetta, er vitlíki bara eitt amboð. Tøkni hevur hvørki kropp, kenslur ella samvitsku. Hon veit ikki, hvat orð merkja í eini menniskjaligari fatan, men roknar seg fram til sannlíkar niðurstøður út frá stórum dátamongdum. Tí má vitlíki ongantíð standa einsamalt, men altíð verða brúkt saman við fakligum og menniskjaligum skyni, etiskari ábyrgd og umsorgan. Tøkni verður javnan grundgivin við effektivisering og sparingum. Hvussu kunnu vit gera meira, skjótari og bíligari? Tað eru spurningar, sum verða settir, tá nýggjar skipanir verða tiknar í nýtslu. Men etikkurin spyr heldur: Hvussu væl verður røktin framd? Er sjúkl...