Heilsutøkni og etikkur í sjúkrarøkt
Skrivað hevur Maria Hammer Olsen, Kliniskur útbúgvingarleiðari á Deildini fyri heilsu - og sjúkrarøktarvísindi á Fróðakaparsetri Føroya
Heilsutøkni sum t.d. vitlíki ger seg meira og meira galdandi í heilsuverkinum. Talan er um tøkni, sum kann greina skanningar, blóðroyndir og journaldata, hjálpa okkum at skriva og geva okkum uppskot og vegleiðingar. Men hóast alt hetta, er vitlíki bara eitt amboð. Tøkni hevur hvørki kropp, kenslur ella samvitsku. Hon veit ikki, hvat orð merkja í eini menniskjaligari fatan, men roknar seg fram til sannlíkar niðurstøður út frá stórum dátamongdum. Tí má vitlíki ongantíð standa einsamalt, men altíð verða brúkt saman við fakligum og menniskjaligum skyni, etiskari ábyrgd og umsorgan.
Tøkni verður javnan grundgivin við effektivisering og sparingum. Hvussu kunnu vit gera meira, skjótari og bíligari? Tað eru spurningar, sum verða settir, tá nýggjar skipanir verða tiknar í nýtslu. Men etikkurin spyr heldur: Hvussu væl verður røktin framd? Er sjúklingurin eitt menniskja ella bara ein uppgáva, sum skal loysast? Hvør fær veruliga ágóðan? Og hvat missa vit av virðum, um vit bara hugsa í minuttum og krónum?
Ein vandi við heilsutøkni er, at vitlíki og onnur tøkni kunnu flyta uppmerksemi hjá heilsustarvsfólkum frá sjálvum sjúklinginum og yvir á skermin. Um vit líta ov nógv á algoritmur, kann týdningurin av anamnesu, kliniskum eyga og samrøðu vikna. Vitlíki verður longu í dag brúkt til at greina myndir og dátu við støði í skanningum, røntgenmyndum og blóðroyndum. Hetta kann bøta um bæði útgreining og viðgerð, men samstundis er etiski trupulleikin greiður: Uppmerksemið kann flyta seg burtur frá søguni hjá sjúklinginum og yvir til tøkni. Tí kann sjúklingurin kenna seg ósjónligan og týdningarleysan – og hansara ella hennara subjektiva uppliving av støðuni verður sett í aðru røð saman við fakliga skyninum.
Eitt lítið dømi: Í undirvísing í hjartamassasju brúka lesandi dukkur saman við appum, ið geva vegleiðing um t.s. frekvens og dýpd. Tá øll eygu eru heft at telefonini, kann tann “sjúklingurin” sum verður arbeitt við, næstan hvørva úr sjónarringinum. Men tað er júst hetta menniskja, sum er kjarnin í røktini – og tað má ikki hvørva, hvørki í verki ella í huganum.
Gransking vísir, at sjúkrarøktarfrøðingar ofta hava eina reaktiva tilgongd til nýggja tøkni. Vit taka ímóti, tá hon longu er sett í verk, men vit eiga í størri mun at bjóða okkum fram, áðrenn avgerðir verða tiknar. Vit mugu ímynda okkum, hvussu tøkni ávirkar umsorganina, hvat hon kann hjálpa við og hvørji virði eru í spæl. Sjúkrarøktarfrøðingar hava neyðuga innlitið til at meta um, hvat tøkni kann brúkast til, hvussu hon kann styrkja røktina – og hvar markið gongur. Tað hava vit bæði fakliga og etiska skyldu til.
Ofta verður tøkni lýst sum køld ella umboð fyri ein mótsetning til tað menniskjaliga. Hetta ger seg eisini galdandi, tá vit tosa um robottar, talgildar skipanir og vitlíki. Tað verður hildið, at tøkni ger menniskju til objektir, og at tað týdningarmiklasta – relatiónin og umsorganin – fer fyri skeyti. Men tað eigur ikki at vera ein spurningur um “tøkni ella menniskja”. Heldur eigur spurningurin at vera, um tøkni tænir røktini – og hvussu. Tøkni má nýtast til at stuðla undir okkara arbeiði, men ikki at seta hana í staðin fyri tað menniskjaliga. Hetta setur krøv til okkara førleikar, fakligu sjálvsfatan og refleksjón.
Hetta er eisini ein týðandi partur av hoyringsuppskotinum til nýggjar yrkisetiskar leiðreglur fyri sjúkrarøktarfrøðingar, skrivað við íblástri frá altjóða etisku leiðreglunum hjá ICN frá 2021. Í handritinum hjá ICN verður staðfest, at sjúkrarøktarfrøðingurin tryggjar, at nýtslan av tøkni og vísindaligum frambrotum er í samsvari við trygd, virðing og rættindi hjá menniskjum. Tað verður eisini undirstrikað, at sjálvt um vitlíki og robottar verða partur av røktini, má umsorganin framvegis vera persónsmiðjað, og sambondini millum menniskju mugu varðveitast.
Í dag síggja vit ymiska tøkni, sum eggjar til rørslu, gevur ávaringar, minnir á medisin og hjálpir við máltíðum. Hetta kann økja bæði trygd og lívsdygd – men vit mugu minnast, at vitlíki ikki veit av, um ein persónur er einsamallur, keddur ella óttafullur. Tøkni hevur onga empati, onga innliving, og er ikki tilvitað um huglag ella ósøgd orð. Hon troystar ikki – og kann tí ikki avloysa tað menniskjaliga.
Tí arbeiða vit í sjúkrarøktarfrøðini við hugtakinum tøknifatan – sum merkir evnið at skilja, greina og viðgera tøkni fakliga og kritiskt. Hetta umfatar bæði eina instrumentella fatan – hvussu tøkni virkar og verður nýtt – og eina relationella fatan – hvussu tøkni ávirkar samband, leiklutir og virðir. Hesin dansurin millum millum menniskja og tøkni, er ótrúliga týdningarmikil og krevur, at vit hava stev. Og tað eigur altíð at vera menniskjað, sum skipar dansin.
Men hvat hendir, tá tøkni ger feilir? Hvør hevur tá ábyrgdina? Er tað tann, sum hevur innstillað hana? Framleiðarin? Ella sjúkrarøktarfrøðingurin, sum fylgdi vegleiðingunum? Og hvat gera vit, tá sjúklingurin ikki vil brúka talgildar skipanir ella hevur trupulleikar at skilja tær? Skapa vit ójavna, um vit vænta, at allir borgarar hava útbúgving og orku til at halda seg dagførdan við eHeilsu? Útgangsstøðið hjá okkum er altíð sjúklingurin, men tá sambandið verður talgilt, broytist kontaktformurin. Og tað er ein etisk avbjóðing, sum vit mugu taka í álvara.
Longu í 2011 vístu Birkler og Dahl á, at talgild data spakuliga verða tikin fram um fysiska og sansandi observatión. Birkler orðaðu tað soleiðis: “Patienten er ikke længere en man kigger på, men en man klikker på.” Hetta er ein setningur, ið setur spurnatekin við, hvørjar avleiðingar tøknimenningin kann hava fyri arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Í útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing verður nú størri dentur lagdur á júst hetta samspælið millum menniskju og tøkni. Vónin er, at komandi ættarlið av sjúkrarøktarfrøðingum verða tilvitað um ábyrgdina og fatanina av hesum dansi – og við hesum í førninginum bjóða seg fram til at standa í fremstu røð og skilgreina, hvørjar sjúkrarøktaruppgávur tøkni kann stuðla undir, og hvørjar hon ikki kann avloysa. Tað hava vit longu nú eina professionella og etiska ábyrgd av at tryggja.
Óansæð hvat, má menniskja ongantíð skrivast út úr líkningini.
Bloggurin er ein samandráttur av fyrilestrinum, sum Maria Hammer Olsen helt á Ráðstevnuni "Vitlíki og etikkur" sum Etiska Ráðið fyriskipaði í maj 2025. Til ber at síggja allar fyrilestrarnar og pallborðskjakið her

Kommentarer
Send en kommentar