Umsorgan í modernaða heilsuverkinum

 

 Skrivað hevur Eivy Kristiansen

Herfyri vitjaði kendi norski sjúkrarøktarfrøðingurin og heimspekingurin, Kari Martinsen, í Føroyum, har hon helt fyrilestur við heitinum ”Tíðarakseleratión, resonansur og seinføri í røktarrúminum”. Martinsen hevur skrivað fleiri bøkur um umsorgan, relatión og sansaliga sjúkrarøkt, og hevur fingið íblástur frá eitt nú Knud Ejler Løgstrup.

Í fyrilestrinum hugleiddi Martinsen um týdningin av sansaligari sjúkrarøkt og umsorgan, og hvørja rúmd hetta fær í modernaða, akselereraða heilsuverkinum. Í heilsuverkinum síggja vit nevniliga eina vaksandi bureaukratisering og teknokratisering, har avgerðir alsamt meira verða tiknar út frá standardiseraðum mannagongdum, hagtølum og fíggjarligum atlitum, heldur enn individuellum menniskjaligum tørvum.

Martinsen leggur dent á týdningin av umsorgan og menniskjaligum relatiónum, og ávarar ímóti einum akselererandi heilsuverki, sum reduserar menniskju til objektir.

Ein onnur vís kvinna, heimsspekingurin Hannah Arendt, skrivaði somuleiðis um vandarnar við bureaukratiskum skipanum, sum stuðla einari instrumentellari tilgongd, har effektivitetur og produktivitetur gerast fremstu málini, meðan etisku atlitini mugu lúta.

Arendt legði dent á týdningin av pluraliteti, sum merkir, at hóast menniskju eru eins, so eru vit øll serstøk á okkara egna hátt, og tað er í viðurkenningini av hesum pluraliteti, at vit vísa hvørjum øðrum virðing. Hetta samsvarar væl við tankarnar hjá Martinsen, um týdningin av at viðurkenna, at hvør einstakur sjúklingur er eitt unikt individ og hevur eitt serstakt virði.

Arendt, óndskapur og bureaukratisering

Í 1961 skrivaði Arendt um rættarmálið hjá Adolf Eichmann, fyri blaðið The New Yorker, og seinni gav hon út bókina Eichmann in Jerusalem – On the Banality of Evil (1963). Eichmann var SS-offiserur undir seinna heimsbardaga og var ein av arkitektunum handan Holocaust týningarleguna. Í bókini avbjóðar Arendt siðbundnu áskoðanina av óndskapi sum nakað djúpt illviljað ella demoniskt. Í staðin varpar hon ljós á, hvussu gerðirnar hjá Eichmann ikki neyðturviliga vóru drivnar av hatri ella einum serliga óndum vilja, men heldur av blindum lýdni móti boðum og manglandi førleika at hugsa kritiskt um sínar gerðir.

Fyri Arendt var Eichmann hvørki sadistur ella psykopatur. Hann var ein vanligur embætismaður, sum passaði sítt arbeiði og ikki setti spurnatekin við avleiðingarnar av sínum gerðum. Tað er í hesum sambandi, at Arendt mennir sína hugsan um "the banality of evil". Hon førir fram, at tað ónda ikki altíð vísir seg sum nakað stórt og dramatiskt, men ofta kann vera úrslit av vantandi hugsan, empati og morali.

Arendt var kritisk ímóti, hvussu bureaukrati kunnu redusera menniskju til bert at vera brikkar í eini størri skipan og soleiðis køva alla kritiska hugsan og etiska refleksjón. Vit kunnu samanbera hetta við eitt heilsuverk, har akselereraða fokusið á effektivitet og standardisering ger, at sjúklingurin verður reduseraður til eitt "tal" ella eina "uppgávu", ístaðin fyri at síggja hann sum eitt serstakt individ, sum hevur tørv á røkt og uppmerksemi.

Umsorgan vs. effektivitet

Arendt helt, at fokusið á effektivitet og produktivitet í tí modernaða samfelagnum kann føra til eitt slag av moralskari líkasælu, har fólk ikki longur hugsa kritiskt um avleiðingarnar av sínum gerðum. Í einum heilsuverki, har effektiviteturin gerst fremsta fokusið, kann vandi vera fyri, at røktin av sjúklinginum gerst sekunder. Heilsustarvsfólk kunnu gerast so bundin av at náa nøkrum ávísum málum, t.d. at viðgera skjótt og spara tíð og pening, at tey ikki longur hava tíð ella orku at reflektera um týdningin av sínum arbeiði ella um menniskjaliga tørvin hjá sjúklinginum.

Eins og Eichmann ikki reflekteraði um sín leiklut í nazistisku skipanini, so eru heilsustarvsfólk í eini hyper-effektivari skipan í vanda fyri at missa sambandið við menniskjaligu dimensjónina í sínum arbeiði. Tey kunnu kenna seg sum smáar brikkar í eini størri skipan, har endamálið bert er at klára uppgávurnar skjótt og effektivt. Hetta kann elva til eina kenslu av, at moralska ábyrgdin fyri tí einstaka sjúklinginum verður tikin frá teimum og løgd í skipanina ístaðin.

Uttan rúm fyri refleksjón og empati, kann tað akselereraða heilsuverki elva til eitt slag av "banalari vanrøkt". Her røkja starvsfólkini sínar uppgávur, uttan nakað kritisk umhugsni um, hvat teirra gerðir hava at týða fyri einstaka sjúklingin ella hvussu tey kunnu tryggja ektaða røkt og umsorgan. Sum Arendt sigur, so er tað ikki neyðturviliga óndskapur í tilvitaðum og virknum formi, men heldur tankaloysi og vantandi refleksjón, sum kann hava oyðileggjandi avleiðingar.

Arendt og modernaða heilsuverkið

Hóast Arendt skrivaði um politiska heimspeki og totalitarismu, so kunnu hennara tankar eisini brúkast til at reflektera um effektivitet og menniskjalig atlit í tí modernaða heilsuverkinum. Í einum akselererandi heilsuverki er umráðandi at seta spurnatekin við, hvussu vit kunnu varðveita tíð og rúmd til refleksjón og etiskt umhugsni.

Tankarnir hjá Arendt og Martinsen leggja upp til spurningar sum, hvussu tryggja vit, at heilsustarvsfólk hava tíð og møguleika at reflektera um sínar gerðir og sambandið við sjúklingin, ístaðin fyri bert at fokusera uppá skjóta og effektiva viðgerð? Hvørjar avleiðingar hevur ein yvirdrivin raðfesting av effektiviteti og hagtølum fyri góðskuna av røktini, sum sjúklingarnir fáa? Og hvussu sleppa vit undan, at heilsustarvsfólk gerast "bureaukratar" í eini skipan, sum tekur menniskjaliga elementið úr teirra arbeiði?

Arendt vildi kanska sagt, at tað krevur, at vit støðugt reflektera og standa ímóti tí slagnum av tankaloysi, sum kann stinga seg upp í einum yvirbureaukratiseraðum heilsuverki. Um vit gera hetta, kann tað møguliga hava við sær, at størri dentur verður lagdur á empati, kritiskan hugsan og moralska ábyrgd.

Kommentarer